Umhvørvisstovan hevur tann 4. februar 2013 góðkent ískoyti til umhvørvisgóðkenningina hjá Kommunalu Brennistøðini hjá Tórshavnar Kommunu á Hjalla.
Góðkenningin loyvir Kommunalu brennistøðini at brenna bildekk, trýstviðgjørt timbur, oljumáling og prentarapatrónir.
Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at víðkanin ikki øki viðvíkjandi útlátið av dálkandi evnum til umhvørvið. Brennistøðin á Hjalla er í dag útgjørd við nýtímans roykreinsiskipan, sum tryggjar eina nøktandi reinsing.








