Hesi seinastu árini eru nøgdirnar av ruski nógv hækkaðar.
Tað sigur leiðslan á interkommunalu brennistøðini, IRF, í Leirvík, nú felagið hevur havt aðalfund.
Tey siga, at hesi seinastu tvey árini er nøgdin av burturkasti, sum verður brent, hækkað 23,7 prosent og orsøkin til tað er, at virksemið í samfelagnum økist alsamt, samstundis sum at fólkavøksturin hevur verið stórur.
– Tað var sostatt í tøkum tíma, at IRF fekk útbygt Brennistøðina í fjør, soleiðis at brenniorkan nú er munandi økt, sigur IRF.
Í hesum sambandi er IRF farið frá at brenna 56 tons í miðal um dagin til nú at brenna 75 tons um dagin.
– Hóast støðin lá still í fýra mánaðir í fjør tí at tað var neyðugt at gera ymsar ábøtur, brendi IRF á leið tað sama í fjør sum alt árið fyri og drennistøðin er í drift mestsum allan sólarkringin, alt árið.
Í dag hevur IRF annars havt aðalfund og har varð staðfest, at felagsskapurin hevði eitt avlop upp á 4,6 milliónir í fjør, og tað eru 2,7 milliónir meiri enn í 2017.
Í fjør vóru íløgurnar tilsamans 61,8 milliónir krónur og av teimum eru 52,8 milliónir brúktar á Hagaleiti.
Í ár verður nýggja móttøkuhøllin á Hagaleiti liðug, og endamáliå er, at hon fer at økja um nøgdirnar av burturkasti frá vinnuni til endurnýtslu.