Brendi seg av málinum um samkynd hjúnalag

Heðin Mortensen royndi at tekkjast fjøldini, men tað miseydnaðist

 

Atburðurin hjá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, tá ið Løgtingið viðgjørdi málið um at loyva samkyndum at giftast, heldur, var politisk ráksnúgving -opportunisma- burturav.

 

Tað halda teir tríggir fyrrverandi tungvektararnir í føroyskum politikki, Bjarni Djurholm, fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi og Jóannes Eidesgaard, politiskur partamaður hjá Heðin Mortensen, og fyrrverandi løgtingsmaður, landsstýrismaður, og løgmaður, fyri Javnaðarflokkin.

 

Í gjárkvøldið fekk Krinvarpið teir tríggjar í sjónvarpsstovuna at siga sína hugsan um hesar fyrstu átta mánaðirnar hjá nýggju samgonguni.

 

Serliga varð tosað um málið um at loyva samkyndum at giftast, har Heðin Mortensen brádliga, og í evstu løtu, eitt uppskot fyri Løgtingið um at hava fólkaatkvøðu um málið. Men støðan gjørdist spentari og spentari, og tað endaði við, at hann tók tað aftur, tí hann vildi ikki "risikera samgonguna", sum hann sjálvur segði.

 

Í sendingini í Kringvarpinum undraðist Bjarni Djurholm á, at Heðin Mortensen brádliga kom við einum uppskoti um at hava fólkaatkvøðu um málið. Men hann undraðist enn meiri um, at Heðin Mortensen ikki helt fast við uppskotið, men tók tað aftur, tá ið á stóð.

 

Men tað, sum er upp aftur merkiligari, at tá ið hann tók uppskotið aftur, og Bill Justinussen leggur tað framaftur, fer Heðin Mortensen av landinum.

 

- Onkusvegna haldi eg, at hann fór í sjálvdrátt. Men tað miseydnaðist, tí hann varnaðist ov seint, at skipanin í býráðnum er ikki tann sama sum skipanin í Løgtinginum, so har gjørdi hann ov nógv av, helt Bjarni Djurholm.

 

Jóannes Eidesgaard er samdur. Hann vísir á, at hetta er eitt mál, sum hevur verið til viðgerar í fimm mánaðir, so tað hevur verið ríkiligt at tíð til at leggja uppskot um fólkaatkvøðu fram.

Hetta er eitt mál, sum snýr seg um at geva einum minniluta nøkur borgarlig rættindi. Og spurningar um borgarlig rættindini eru ikki mál, sum hóska seg til eina fólkaatkvøðu, heldur Jóannes Eidesgaard.

Hann heldur, at fólkaatkvøður eiga bara at vera um yvirskipað mál, stýrisskipanina, valaldur, og so víðari.

 

Tórbjørn Jacobsen, helt, at hetta er ein spurningur um at hava ov nógvar kasjettir.

- Heðin Mortensen er borgarstjóri við einum ávísum valdi. Men so er hann eisini løgtingsmaður, har hann er ein av 16, ella 17 tinglimum í eini samgongu, og tað eru tvær heilt ymiskar støður, tá ið hugsast skal taktiktist.

 

- Vandi er fyri, at taktiska kumpassin hjá Heðin Mortensen er farin heilt av kós. Hann kann vera góður taktikkari í býráðnum, men tað er hann eftir øllum at døma ikki í Løgtinginum saman við øðrum, helt Tórbjørn Jacobsen í Kringvarpinum.

 

Hann heldur, at Heðin Mortensen endaði sum køtturin sum situr og tyggir halan á sær sjálvum, tí hann endaði við at sita púra einsamallur við eini fólkaatkvøðu, sum hann at enda brendi seg av. Og tá ið hann so skuldi taka endaliga støðu, fór hann av landinum.

 

Her kann viðmerkjast, at Heðin Mortensen hevur boðað frá, at uttanlandsferðin er fyriskipað langt síðani, og av røttum skuldi Løgtingið longu verið farið í summarfrí, tá ið hann fór av landinum.