Nicholas William Peter Clegg er 43 ára gamal og varð í Chalfont St. Giles í Buckinghamshire.
Fyrsti politiski sigurin var í 1999, og í 2005 varð hann valdur í parlamentið. Síðani 2007 hevur hann leitt Liberalu Demokratarnar.
Clegg hevur gingið á Cambridge universitetinum, og seinni læs hann á University of Minnesota í USA.
Ein langomma hansara er ættað úr Russlandi, haðani hon flýddi undan bolsjevikkunum undir kollveltingini í 1917.
Mamma Clegg er ættað úr Hollandi. Hon hitti pápa hansara á eini vitjan í Onglandi í 1956.
Clegg dugir fleiri mál – hann tosar enskt, niðurlendskt, franskt, týskt og spanskt.
Í 2000 giftist Clegg við Miriam González Durántez, sum er ættað úr Spania, og tey eiga tríggjar synir.
- Tað, sum hevur størstan týdning í mínum lívi, er mínir tríggir synir, sigur Clegg.
Børnini hava fingið uppvøkstur sum katolikkar, sum mamman eisini er. Clegg hevur sagt, at hann trýr ikki á Gud.
Tá Clegg var 16 ára gamal var hann skiftisnæmingur í Týsklandi. Tá varð hann revsaður við samfelagstænastu, tí hann brendi eitt savn av kaktus hjá einum professara. Seinni hevur Clegg sagt, at tað er nakað, sum er flóvur av at hava gjørt.









