Keldur í Liverpool vilja verða við, at Brendan Rogers verður nýggjur venjari hjá enska Premier League felagnum, Liverpool.
BBC hevur í dag sett 39-ára gamla norðuríran, Brendan Rodgers, í samband við Liverpool. Nú siga keldur hjá portalinum úr Liverpool, at Brendan Rodgers hevur skrivað ein 3-ára sáttmála við Liverpool. Brendan Rodgers takkaði annars alment nei takk til starvið fyri tveimum vikum síðani.
Síðani sá út til, at tað helst fór at verða Roberto Martinez, venjari hjá Wigan, ið fór at fáa starvið. Hann var avmyndaður í Boston saman við John W. Henry, sum er formaður í Fenway Sports Group, ið eigur og rekur Liverpool.
Brendan Rodgers hevur síðani 2010 verið venjari hjá Swansea, sum í fjør flutti upp í Premier League. Swansea endaði á einum 11. plássi í Premier League og hevur fingið nógv rós fyri spælistílin, ið er nærmast Barcelona kendur við nógvum avleveringum og smáspælið.
BBC metur, at Liverpool skal gjalda Swansea áleið 50 milliónir krónur fyri at loysa Brendan Rodgers úr sáttmálanum hann hevur við walisiska felagið.
Tíðindini eru ikki váttaði av hvørki Swansea ella Liverpool, men BBC váttar nú tíðindini.
20:30: Swansea City hevur nú váttað á heimasíðu sínari, at Brendan Rodgers verður venjari hjá Liverpool.
Mynd( Kenny Dalglish(t.v) og komandi venjarin hjá Liverpool, Brendan Rodgers.