Tað var ikki leingi, at fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá Liverpool FC, Brendan Rodgers gekk arbeiðsleysur. Bara 11 dagar gingu frá tí, at hann fekk fótin frá søguliga stórfelagnum til hann fekk eitt arbeiðið aftur.
Sjónvarpsrásin beIN SPORTS hava í dag boðað frá, at tey hava sett Brendan Rodgers í starv, sum fótbóltsserfrøðing. Gamla SkySports-legendan, Richard Keys, sum arbeiðir fyri beIN SPORTS váttar hesum yvirfyri enska blaðnum "Daily Mirror".
Brendan Rodgers kemur at verða í studionum, og kemur at siga sína meining um tað, sum hendir á vøllinum, og uttanfyri vøllin í Premier League. beIN SPORTS hevur m.o. rættindini til at senda Premier League í steinríka landinum Katar.
Samstundis eru enskir miðlar byrjaðir at skriva, at tað gongur ikki drúgv tíð, so er Brendan Rodgers aftur høvuðsvenjari hjá einum liði í Premier League. Róð verður uppundir, at Brendan Rodgers fer at taka yvir venjarasessin í Aston Villa, tá Tim Sherwood væntandi verður sekkjaður í næstum.