Chelsea vann í gjár 0-2 á Anfield Road og gjørdi tað at spenningur aftur er komin í oddin í Premier League.
Men Liverpool venjarin, Brendan Rodgers, er ikki nøgdur við mátan, sum Chelsea dystin uppá.
- Eg haldi man sá tað frá fyrsta bríksli at ætlanin hjá teimum einans var at oyðileggja spælið hjá okkum. Í mun til okkum, so eru vit eitt lið, ið dáma at undirhalda við bóltinum.
- Men óansæð hvat ætlanin var, so mugu vit viðurkenna at vit taptu dystin. José Mourinho er nøgdur við mátan hann hevur vunnið uppá, men eg skal viðganga at eg ikki áskoðari av at arbeiða uppá handan mátan.
José Mourinho er ikki samdur við Brendan Rodgers.
- Tað besta liðið vann. Tað liðið, ið hevði meira uppiborið at vinna, vann eisini dystin. Og um vit spældu defensivt? Eg eri eitt sindur ørkymlaður av tí sum miðlarnir halda um defensivan fótbólt.
- Eg haldi tað er misvísandi móti liðnum at siga at vit spældu defensivan fótbólt. Mítt lið spældi framúr væl. Og eg eri fantastiska stoltur av mínum leikarum.
Chelsea kom á odda beint áðrenn hálvleik í gjár, tá Demba Ba slapp leysur, eftir at Steven Gerrard var gliðin við bóltinum.
Tað eydnaðist eisini Chelsea at økja um munin í yvirtíðini, tá Liverpool satsaði alt uppá at fáa útjavnandi málið. Fernando Torres slapp at renna ein hálvan vøll leysur, fyri so at lata bóltin til Willian, ið staðfesti Chelsea sigurin.
Liverpool - Chelsea 0-2 (0-1)
0-1 Demba Ba, 45+
0-2 Willian, 90+