Brekkubrothers við tónleiki og skemti í hásæti

Brekkubrothers spældu 29. juli frálíka konsert í Miðlahúsinum í samband við ólavsøkuna. Sum altíð, so er dygd í tónleikinum og framførslan hevur ein farra av skemti allan vegin ígjøgnum, hvørt tað so eru tónleikalig skemtibrot, ella smásøgur millum løgini

Brekkubrothers spældu eisini í Miðlahúsinum á ólavsøku í fjør og beinanvegin varð avgjørt, at teir skuldu spæla aftur í ár. Tað eydnaðist væl í fjør og tað sama má sigast um konsertina í ár.
Teir eru óførir tónleikarar og so swinga teir væl saman og tað skortar ikki við skemtiligum innføllum. Fólk fingu eisini høvi at keypa nýggju fløguna hjá bólkinum og sum so ofta, so kom eisini skemt inn í myndina her, tá Bjarki endurtók framløguna hjá Hans Peturi av fløguni á bæði enskum og sponskum.
Teir hava eisini styrkt sær um hópin við at fáa Ólav Olsen á horn. Hinir brekkubrøðurnir eru Hans Petur og Trygvi í Brekkunum, Bjarki Meitil og Magnus Johannesen.