Brekini kunnu bøtast við nýggjari heimastýrislóg

Til allar viðhaldsmenn og -kvinnur av fullveldinum.

Til allar viðhaldsmenn og -kvinnur av fullveldinum.


Tveir óvitar spyrja tann 6. apríl á heimasíðuni hjá fullveldinum »hvat skullu vit við damark?« Tað er júst spurningurin.

Vit hava nú verið saman við Danmark uppá gott og ónt í nógv hundrað ár, og eins og í einum hjúnaskapi eru bæði góðar og ringar tíðir. Tit eru nú í gongd við at sundurlesa hetta hjúnaskapið, sum í mótsetning til eitt vanligt hjúnalag, aldrin kann setast á stovn aftur. Tit binda okkara børn til at føla seg fremmand í einum landi, har ið foreldur teirra, og eisini Høgni Hoydal, hava fingið sína útbúgving á sama fóti sum danskarar og við somu møguleikum til undirvísingarstuðul sum teir.

Tit taka okkara sjálvsagda rætt at fáa viðgerð á donskum sjúkrahúsum. Tit taka okkara rætt at sigla sum skiparar við donskum skipum, tí til hetta krevst danskur statsborgararættur. Gamaní, siga tit, vit koma inn í norðurlendskt samarbeiði á hesum økjum, men tað er sanniliga ikki heilt uttan kostnaða.

Meðan vit tosa um statsborgararætt, so havi eg skilt tað soleiðis, at føroyingar, sum hava búð niðri í mong ár, skulu velja millum føroyskan ella danskan statsborgararætt, ikki bæði. Hetta er ikki lætt hjá mongum, tí kanska ætla fleiri sær at nýta sítt otium í Føroyum, men hava tá ikki somu rættindi sum aðrir føroyingar, t.d. valrætt.

Hinvegin skulu danir, sum búgva í Føroyum, eisini velja, og eg veit, at nógvir av hesum ikki vilja missa sín danska statsborgararætt. Hesir vera so fremmandir í einum landi, teir kanska hava búð í í eini 40 ár.

Soleiðis kann ein blíva við at reksa upp fyrimunir við at halda fast um heimastýrislógina. Væl hevur hon eisini síni brek, men hetta kann bøtast um við eini nýggjari heimastýrislóg.

Øll vita. at nógv liggur á láni í Føroyum í løtuni, men tað tykist mær, sum hetta málið um fullveldið hevur so mikið fastatak á tjóðveldismonnum, at teir gloyma alt annað. Høgni Hoydal segði í útvarpinum sunnudagin, at tá ið fullveldið kemur, so gera vit tað og tað, og ikki, um fullveldi kemur.

Og um teir skuldu vunnið fólkaatkvøðuna, so verður uppaftur meira at gera við at seta lýðveldi á stovn, at alt annað støðugt kemur at liggja á láni.

Føroya fólk er tó so mikið at sær komið, at tey fella fullveldi á eini fólkaatkvøðu í heyst.


Petur Hans Dahl