Brekað skulu sleppa í tingið

Tingformaðurin ásannar, at tað er óheppi, at einki ítøkiligt er gjørt fyri at betra um viðurskifti teirra brekaðu í tinghúsinum

? Eg veit, at tað er vónleyst hjá brekaðum at koma inn í tinghúsið, og eg ásanni, at hetta ikki er rætt.

Finnbogi ísakson er harmur um, at tað umstøðurnar hjá brekaðum at koma inn í tinghúsið er so út av lagi vánaligar, men hann vísir á, at verandi tinghús eru illa engað at gera nakað við, fyri at betra um hesi viðurskifti.

? Sjálvsagt haldi eg, at tinghúsið skal vera atkomiligt fyri brekað, men vit hava ikki funnið nakra konkreta loysn á trupulleikanum síðani tað beliv staðfest, at nýggja tinghúsið ikki verður bygt.

Finnbogi ísakson vísir á, at spurningurin um, hvat skal gerast við verandi tinghús og við húsini hjá Føroya Tele omanfyri í næstum, og tá verður sjálvsagt eisini hugsað um, hvussu betrast kann um viðurskiftini hjá teimum brekaðu.