Ein kanning hjá norsku sjóferðslumyndugleikunum nú um dagarnar avdúkaði ymisk brek við fleiri útreóðrarbátum. Av teimum 21 bátunum, sum blivu kannaðir, høvdu fýra so álvarssom brek, at teir vórðu hildnir aftur, og umborð á hinum skipunum staðfesti eftirlitið 19 brek, sum skulu fáast í rættlag. Átakið hjá sjóferðslumyndugleikunum umfatar í fyrsta lagi bátar upp til 15 metrar, og kanningarnar halda fram í tríggjar mánaðir afturat, skrivar NTB.










