Brek er á Shefa samskiftiskaðalinum

Í gjár kom brek á Shefa samskiftiskaðalin, sum liggur millum Føroyar og Skotland. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi í dag.


Kaðalin hevur fingið brek, tí at eitt skip av misgáum er komið í hann við síni útgerð.


Eitt kaðalskip er tilkallað at gera umvæling av brekinum, og væntandi verður Shefa virkin aftur innan eina viku.


Meðan Shefa er óvirkin fer uttanlandsferðslan øll at koyra á hinum kaðalskipanunum, Farice og Cantat.