Fyri eini 20 minuttum síðani mistu fólk í Suðurøkinum streymin.
Talan er um eitt brek á verkinum í Botni, sum veitir streym til Suðuroynna.
Jón Nielsen, deildarleiðari á rakstrardeildini hjá SEV, sigur, at tað var ein partur av skipanini, sum hevði eitt brek, men at gjørligt var at kobla um, so at øll fingu streym aftur beinanvegin.
Streymurin var burtur í eini 10 minuttir.
Jón Nielsen sigur, at nú verður kannað, hví brekið hendi.