Norski hópdrápsmaðurim Anders Behring Breivik hevur játtað at tosa við eitt útlendskt tíðindafólk. Hetta er aðru ferð, at Breivik játtar at tosa við eitt útlendskt tíðindafólk, men fyrru ferð vildi leiðslan í Ila-fongslinum ikki góðtaka bakgrundina hjá tíðindafólkinum.
Nú skal leiðslan í fongslinum so taka støðu til, at hon kann góðtaka tað tíðinfafólkið, sum Breivik nú er sinnaður at tosa við, sigur NRK. Í hesum sambandi hevur fongslið biðið útlendska løgreglu um upplýsingar um viðkomandi tíðindafólk. Fongsulsleiðslan vil ikki siga, hvørjum landi tíðindafólkið er úr.
Vibeke Hein Bæra, sum er ein av verjunum hjá Anders Behring Breivik, hevur mælt Breivik til at bíða við samrøðuni, til hann er avhoyrdur í rættinum.