Breivik skrivað nýtt manifest

Norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik hevur skrivað eitt nýtt og rúgvusmikið manifest, har hann serliga fýlist á ta fyrru frágreiðingina, sum bleiv skrivað um hansara sálarstøðu. Nú roynir hann at senda tíðindafólki og øðrum tað nýggja manifestið við postinum.

Verji hansara, Geir Lippestad (myndin), sigur við kringvarpið NRK, at Breivik er av teirri uppfatan, at sálarfrøðingarnir Torgeir Husby og Synne Sørheim, sum gjørdu ta fyrru kanningina, vóru undir politiskum trýsti til at gera ta niðurstøðu, sum teir komu til.

Lippestad sigur, at Breivik hevur lisið frágreiðingina hjá sálarfrøðingunum væl og virðiliga, og sambært verjanum vil Breivik vera við, at 80 prosent av frágreiðingini er grundað á slíkt, sum hann ongantíð hevur sagt. Niðurstøða hansara er, at annaðhvørt vórðu sálarfrøðingarnir trýstir til at gera ta niðurstøðu, sum teir skrivaðu, ella hava teir fullkomilga misskilt tað, sum hann segði.

Geir Lippestad sigur, at Breivik hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvussu Torgeir Husby og Synne Sørheim komu til niðurstøðuna í frágreiðingini, men hann vil ikki siga meiri um tað.