Breivik sigur arvin frá sær

Norski hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, hevur sagt frá sær arvin eftir mammu sína, Wenche Behring Breivik, sum doyði fyrr í vár, 66 ára gomul.

Hetta skal tó vera ein avgerð, hann hevur tikið fyri langari tíð síðani, og Tord Jordet, sakførari hjá Breivik, sigur, at sonurin heldur vildi, at mamman kundi testamentera ognir sínar, sum hon hevði hug til.

Eisini sigur Jordet, at henda avgerðin hjá Breivik kann botna í, at hann er dømdur at gjalda risastórt endurgjald, men við ikki at taka við arvinum kann syrgja fyri, at einki oyra fer frá honum til nakað endurgjald.

Meginparturin av arvinum eftir mammuna fer nú helst til eina dóttir, hon átti í Los Angeles í USA, umframt til vælgerðarendamál.