Breivik ringdi til politiið frá Utøya

Mitt í øllum ruðulleikarum av neyðboðum frá lívsræddum ungdómum á Utøya, ringdi hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, sjálvur til løgregluna.

Og soleiðis fullu orðini, sambært norska blaðnum VG:

»Breivik. Kommandør. Organisert i den antikommunistiske motstandsbevegelsen mot islamisering. Operasjonen er fullført og vil overgi seg til Delta«.

Soleiðis sum VG hevur skilt, ringdi Anders Breivik til løgregluna, tá veruliga løgreglan kom út á Utøya. Samrøðan vardi í trý sekund, og beint eftir legði hann vápnin frá sær.

Løgreglan royndi at ringja aftur, men fekk einki svar. Fartelefonin var skrásett í navninum hjá Anders Behring Breivik, men løgraglan fan kortini onga telefon á Utøya, og hald er heldur ikki lagt á hana í øðrum samanhangi.

Løgreglan vil ikki vátta, at Breivik hevr ringt til teir, og heldur ikki verjin, Geir Lippestad, vil gera viðmerkingar til, hvat hópdrápsmaðurin segði í stuttu samrøðu síni við løgregluna.