Breivik á leikpallin

Meðan Breivik er varðhaldsfongslaður í Norra, og harvið í stóran mun hevur verið goymdur fyri miðlunum, verður hann í Danmark settur beint á leikpallin, tá ið danska Café Teatret í summar fer at framføra ein leik um Breivik.

 

Leiðarin á Café Teatret, Christian Lollike, letur í summar ein sjónleikara átak sær leiklutin sum Anders Behring Breivik, og framføra hansara manifest.

 

-Tað er eitt sera vánaligt hugskot. Tað er alt ov stutt síðani tað hendi. Eg kenni tað soleiðis, at onnur vilja fáa pengar burturúr okkara sorg, sigur Per Blach Sørensen við politiken.dk.

 

Hann er faðir at donsku Hanne Anette Blach Fjalestad, sum var myrd av Anders Behring Breivik á Utøya í fjør.

 

Grundgevingin hjá Café Teatret er, at man einans við at leita inn í heilan hjá Breivik kann fyribyrgja, at slíkt hendir aftur. Leikurin verður einans útfrá hansara manifesti, sum er 1500

síður.

 

-Tað er ein ræðulig vanlukka, og Anders Behring Breivik tók lívið av hesum fólkunum á ein ræðuligan hátt. Men hugsanirnar handan vanlukkuna eru ikki eitt eindømi. Tað er talan um eina politiska hugsjón, og tí kann tað henda aftur, sigur Christian Lollike við politiken. Dk

 

Hann heldur, at leikurin kann vera við til at fyribyrgja, at nakað líknandi hendir aftur.

 

kelda. politiken.dk