Breivik hevði bara eina bumbu

Norska løgreglan avsannar í kvøld, at Anders Behring Breivik hevði eina bumbu eftir á garðinum, sum hann hevði leigað. Í dag bar norska kringvarpið NRK tíðindini um, at myndugleikarnir høvdu funnið eina bumbu á garðinum í Rena, og at hendan bumban var størri enn tann, sum brast í Oslo tann 22. juli.

Men norska løgreglan avsannar nú tíðindini í NRK. Løgreglan sigur, at hon fann nógv handilstøð á garðinum hjá Breivik, men at har var eingin bumba.