Breivik í grundlógarhoyr

Um ein lítlan hálvan tíma, klokkan 12 føroyska tíð, skal hópdrápsmaðurin í Noreg, Anders Breivik, til grundlógarhoyr í rættinum í Oslo. Løgreglan mælir til, at hetta verður hildið fyri afturlatnum hurðum. Tey ynskja ikki, at Anders Breivik skal kunna breiða sín óhugnaliga boðskap, sum hann millum annað hevur fest á blað í einum 1500 síðum langum manifesti. Har ger Breivik millum annað greitt, at hann ynskir at skapa ein grundvøll, sum hann kann tosa út frá og hetta ynskir løgreglan ikki.

Tað er tó ikki løgreglan, sum skal avgera hetta, men ein royndur dómari. Breivik hevur viðgingið brotsgerðir sínar, sum higartil hava kostað 92 fólkum lívið. Men hann sigur seg ikki kunna góðtaka at verða revsaður fyri hetta. Danska Politiken endurgevur ein norskan professara í revsirætti fyri at siga, at Breivik kann verða revsaður við 21 ára fongsulsrevsing, har møguliga fimm ár verða løgd omaná.