Norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik er ikki í Ila-fongslinum uttan fyri Oslo longur. Hann er nú fluttur til Skien-fongslið, og har verður hann tær næstu tíggju vikurnar.
Fongsulsmyndugleikarnir siga, at Breivik er fluttur, tí tað er neyðugt at umbyggja ein part av Ila-fongslinum (myndin), so tað kann hýsa honum frameftir. Eitt nú skal fongslið hava eina serliga sjúkradeild, sum er ætlað honum burturav.
Tann 24. august fer rætturin í Oslo at fella dóm í málinum ímóti Anders Behring Breivik.