Breivik er møttur í rættinum

Fyri fáum minuttum síðani kom Anders Behring Breivik til Oslo Tinghus.

Longu fleiri tímar áðenn fongulsfundin í dag klokkan 11, var fult av fólki savnað saman her.

Tey koma at lurta eftir frágreiðingini hjá Breivik um orsøkina til óskiljandi gerðina á Utøya 22. juli í ár.

- Hann fer at siga, at hetta vóru ógvusligar gerðir, sum hann óttaðist fyri at gera, sum hann føldi kortini vóru neyðugar, sigur ein av verjum hansara, Tord Jordet.

Millum tey mongu sum fara at møta upp í rættinum eru fleiri av teimum sum komust undan álopinum við lívinum.