Breivik-dómari koyrdur frá

Tann eini dómarin í sakarmálinum ímóti norska yvirgangsmanninum, Anders Behring Breivik, er koyrdur frá í morgun.

Tað hendir eftir at tað er komið fram, at dómarin, Thomas Indrebø, sum sæst í rundinginum, hevur skrivað á Facebook, at deyðarevsing er einasti rætti dómurin til Breivik.

Hann hevur játtað, at hann hevur skrivað hetta og tískil er rætturin komin til ta niðurstøðu, at hann er ikki gegnigur at føra sakina, tí rættarskipanin kann ikki hava álit á, at hann er førur fyri at fella ein óheftan og rættvísan dóm.

Niðurstøðan hjá rættinum er, at hóast yvirgangurin elvdi til sterkar kenslur, er álitið á dómaran er viknað so nógv, at hann má víkja sætið.