Breitt samstarv í Sunda Kommunu

Hóskvøldið hittust nývaldu bygdaráðslimirnir í nýggju Sunda Kommunu til ein fund, sum skuldi vera ein óformiligur kaffifundur. Men longu innan tríggir tímar vóru farnir, hevði bygdaráðið skipað seg í eitt breitt samstarv, har allir tríggir listarnir eru umboðaðir

 
 
 
Tað var ein søgulig løta, tá limirnir, sum eru valdir at stýra nýggju Sunda Kommunu hóskvøldið hittust á kommunuskrivstovuni í húsinum á Oyrarbakka, sum felagskommunurnar hava keypt til kommunuhús.
Fundurin skuldi vera ein óformiligur kaffifundur, sum fyrstvaldi, Heðin Zachariasen, hevði kallað inn til.
Men longu innan tríggir tímar vóru farnir, hevði nývalda bygdaráðið skipað seg við Heðini Zacharisen sum borgarstjóra og Árna Dam sum varaborgarstjóra.
Í samrøðu við Sosialin, beint eftir valið, søgdu teir fýra, Heðin Zachariasen, Árni Dam, Jógvan Mørkøre og Sofus D. Johannesen, sum sita, sum borgarstjórar í ávikavist, Hvalvík, Sunda Kommunu, Hósvík og við Gjógv, at teir ynsktu eitt breitt samstarv.
- Tað eru sera umráðandi, at hvør einasti borgari kennir, at hann er ein partur av nýggju kommununi, leggja øll tey valdu dent á.
Tær seks kommunurnar, sum nú verða lagdar saman, hava frammanundan samstarvað í 20 ár, og tað samstarvið hevur verið gott og konstruktivt, vísir Árni Dam á.
Borgarstjórin er føddur formaður í fíggjarnevndini, og hinir limirnir eru: Árni Dam, næstformaður, Sofus D. Johannesen, Kim Durhuus og Jónleif Samuelsen.
Í teknisku nevnd sita,  Jógvan Mørkøre, formaður, Trygvi K. Joensen, næstformaður og Kjartan S. Jensen.
Í Trivnaðarnevndini sita: Asbjørn Djurhuus, formaður, Gurið Samuelsen, næstformaður og Jana Mouritsen. Í nevndina hjá SEV eru valdir: Trygvi K.Joensen og Kim Durhuus  Í IRF: Árni Dam
Í Kommunufelagið: Asbjørn Djurhuus . Í  nevndina fyri Felagsskúlan: Sofus D. Johannesen, Gurið Samuelsen, Árni Dam, Kjartan S. Jensen, Kim Durhuus, Trygvi K. Joensen og Jana Mouritsen
Eysturoyar ellis- og røktarheim: Sofus D. Johannesen og Árni Dam.