Samanum
Triðingur av kappingarárinum er nú farin afturum, og so líðandi gerst tað alt meira sjónligt, hvussu stigatalvan fer at skræða seg sundur.
Sum støðan sær út í løtuni, og soleiðis sum dystirnir eru komandi vikuskifti, so bendir nógv á, at liðini fara at ganga í trimum bólkum, har trý lið fara at stríðast um heiðursmerki, og har tvey berjast fyri at sleppa upp á plássið, sum gevur rætt at spæla um tilveruna í bestu deildini. Eftir eru so fimm lið, sum í øllurm fyri fyrst eru stødd í ongamannalandi, og sum heilt skjótt kunnu gerast isolerað her, um tey ikki taka sær um reiggj.
Tey trý ovastu
Í oddinum heldur Skála framvegis fast um heitið sum stóra sensatiónin á árinum, og enn eru teir so eisini einasta liðið, sum ikki hevur roynt at tapt í landskappingini í ár.
Hesa ferð var avrikið tó ikki heilt so sannførandi, sum tað hevur verið seinnu umførini, og tað kundi bent tann vegin, at Skála antin er í ferð við at fáa tey so væl kendu gummibeinini, ella er tað eisini so, at mótstøðuliðini langt um leingi eru hildin uppat við at undirmeta Skála.
Men Skála er nú av álvara um at fáa kapping frá HB, sum veruliga hevur fingið rættað skútuna upp, eftir at tey bæði fyrstu umførini hóttu við at gera enda á øllum gullvónum, mest sum áðrenn føðingardagurin var byrjaður. Hesa ferð vunnu teir stórsigur á grannunum, sum skjótt mugu sigast at vera í kreppu, og tað er eingin orsøk at halda, at teir ikki fáa fult næstu ferð. Og so hevur HB við Jákupi á Borg á liðnum fingið enn ein strong av landsliðsflokkinum at spæla uppá.
Triðja liðið, sum hálvgum kann roknast sum heimahoyrandi í oddinum, er VB, sum við triðja sigrinum á rað av álvara hevur fingið ferð á. Hesaferð var talan um útidyst moti kreppurakta B68, og í so máta er helst talan um eina øðrvísi roynd komandi vikuskifti. Tá kemur B36 suður á vitjan, og her kann VB við einum sigri av álvara toga seg leyst frá mittastu liðunum,
Botnstríð
Eftir stórsigurin á EB/Streymi sunnudagin, har teir fyri aðru ferð á rað fingu fult, er botnurin í roynd og veru bara ein dystur millum B68 og ÍF.
Júst hesi bæði liðini hittast komandi vikuskifti, og so er spurningurin, hvør parturin er betri fyri. Fuglfirðingar hava á pappírinum havt betra liðið higartil, og ikki minst í steypakappingini, hava teir prógvað, at dugur er í liðnum, men sjálvsálitið tykist av álvara at vera niðurgangandi. Og tvey reyð kort á Eiði ? talan kundi enntá verið um fleiri ? benda av álvara á, at talan er um ógvusligar frustratiónir á liðnum, sum í løtuni tykist hava eina lagnu, mest átøk teirri, sum FS Vágar hevði í fjør.
Tað stendur tó ikki stórt frægari til hjá toftamonnum, sum tykjast drenaðir fyri alt, sum eitur hugflog og sjálvsálit. Seks dystir hava givið fýra mál og einki stig, og í hinum endanum eru málini skolaði inn. Ein fyrsta deild uttan B68 á talvuni, man í mangar mátar tykjast nakað veruleikafjar, nú toftamenn uttan íhald hava átt sæti í deildini síðani 1981. Men henda ikki munandi broytingar á Toftum, so verður hetta beiski veruleikin um fáar mánaðir. Ivaleyst er vónin, at venjaraskiftið, sum varð framt í seinstu viku, var broytingin, sum skuldi til. Hesaferð hjálpti hon so einki, og so er spurningurin, hvørt úrslit fer at spyrjast burturúr næstu ferð, ella um B68 skal avbyrgjast enn meira um lítla viku.
Einki er at ivast í, at frágongdin av leikarum í landsliðsflokki hevur merkt nógv hjá B68, sum í fjør vann bronsumerkini í landskappingini. Hetta úrslit gav teimum eisini rættin til europeiskan fótbólt komandi ár, men við verandi gongd sær tann avbjóðingin í løtuni alt annað enn lokkandi út.
Breiða miðjufeltið
Eftir er so eitt breitt felt av liðum í miðjuni, og einki er at ivast í, at fleiri av hesum halda seg hoyra heima longur uppi á talvuni.
Runavíkingarnir hava seinnu árini hótt við at ota seg heilt upp í avgjørda oddin, men higartil hevur staðið hampuliga illa til hjá teimum. Eisini orsakað av skaðum, sum hesaferð høvdu við sær, at miðvøllurin var langt ífrá fullmannaður. Teir hava næstu ferð EB/Streym á heimavølli, og eftir tveir sigrar man sjálvsálitið hjá teimum á felagsliðnum vera í hæddini. Eftir at hava rótað í botninum fyrstu nógvu umførini, hóma teir nú striðið um inter-toto plássið fyri framamn, soleiðis sum teir gjørdu tað í fjør. Ta ferðina fall tann dreymurin tó niður júst í Runavík.
B36 hevði undan árinum meldað kraftiga út, men fyribils tykist hetta tó bara at vera við orðum. Í verki byrjaði liðið annars væl, men eitt stig í trimum dystum og exit í steypakappingini tykist av álvara at hava dempað hetta tosið. Tey bæði seinastu tapini hava verið fyri liðum, sum eru ávíkavsti nummar eitt og tvey, og við triðja oddaliðnum á útivølli tykist uppgávan ikki vera nakað lættari.
Gøtumenn eru í fullari ferð við at fremja eitt ættarliðsskifti á liðnum, men kortini høvdu teir helst vónað, at støðan á talvuni fór at verða hugaligari. Ikki minst, eftir at fyrstu átta dystirnir í lands- og steypakappingini endaðu við sigri. Síðani hevur talan tó bert verið um tvey stig í fimm dystum, og tað er ein veruleiki, sum skal broytast, um nøkur vón skal vera fyri europeiskum fótbólti næsta ár. Mótstøðuliðið komandi vikuskifti fæst tó neyvan truplari, tí á heimavølli hevur Skála higartil fingið fult hvørja ferð.
Og at enda er tað KÍ. Mong spáddu undan 100 ára føðingardagsárinum, at KÍ fór at leggja nógv fyri, soleiðis at teir aftur kundu vera við í oddinum. Boðini úr leiðsluni hava tó verið meira jarðbundin. Har verður fyrst og fremst tosað um fíggjarligar realitetir, og hesir siga, at KÍ hevur havt sera trupult við at fáa endarnar at røkka saman, um talan skal vera um kostnaðarmikla tilgongd útifrá.











