Tað er nógv, sum bendir á, at norski miðvallarin, Andreas Breimyr, ikki verður at síggja á HB liðnum næstu vikurnar.
Í gjár var hann verjukendur sentralur miðvallari saman við Tróndi Jensen. Men har var hann bara, inntil tað restaðu fimm minuttir av fyrra hálvleiki. Í 37. minutti varð hann ófantaliga taklaður, og fýra minuttir seinni noyddist hann av vøllinum, og Dan í Soylu loysti hann av.
Kanningar vísa, at Andreas Breimyr breyt skinnabeinið, tá ið hann varð taklaður, og harvið er neyðugt við steðgi í nakrar vikur. Hvussu langur steðgurin verður er ikki greitt enn.
23 ára gamli Andreas Breimyr er nýggjur í HB. Hann hevur verið við í øllum átta dystunum. Fýra ferðir er hann skiftur út, og tvær ferðir er hann skiftur inn á HB liðið.