PRÀT
Juanna Joensen var komin úr Danmark til at spæla steypafinaluna. Hon vandi saman við hinum leikarunum einans hóskvøldið, men tað tóktist ikki at darva hennara spælið. Hon hevur í mong ár spælt við TB, men seinnu árini hevur hon búð í Danmark.
?Eg haldi, at vit hava breiddina, og vit kempa gott á øllum plássum. Vit hava fleiri streingir at spæla uppá, segði Juanna Joensen um munin á teimum báðum liðunum.
Saman við Juannu Joensen var leikandi venjarin Gudrid Nolsøe eisini ein av avgjørdu profilunum á liðnum hjá TB.
Hóast hon bert er 21 ára gomul, hevur hon staðið á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá TB hetta kappingarárið.
Hetta er fyrsta heitið, hon vinnur sum venjari í bestu, og skilligt var hon ógvuliga fegin eftir dystin.
Bæði Gudrid og Juanna høvdu stóra rós til yvirs fyri stóra áskoðarafjøldini av Tvøroyri, sum var komin í høllina á Hálsi.
Vónirnar undan dystinum vóru ikki heilt sørar, tí tær hava roynt tað áður at vinna steypakappingina. Tað var tó ikki tað nógva av langum setningi tær báðar høvdu at siga í nógva rokinum eftir steypahandanina, sum roknast kundi vera við.
Men við trimum stigum upp til oddasessin í landskappingini, gevur steypasigurin góðar vónir til eitt møguligt heitið afturat í ár.
?Vit skulu vinna okkara dystir, og so mugu vit vóna at fáa eitt sindur av hjálp frá øðrum, sigur Gudrid Noløse.










