Breiðablik vann seg víðari - skulu spæla móti FC Keypmannahavn

Tað eydnaðist eisini liðnum hjá Klæminti A. Olsen at vinna heimadystin móti Shamrock Rovers

Klæmint A. Olsen fekk nakrar minuttir í álopinum, tá hann og liðfelagarnir í Breiðablik vunnu seg víðari til annað umfari í Champions League undankappingini aftaná samlaðan 3-1 sigur á írska liðnum, Shamrock Rovers.

 

Breiðablik vann í kvøld 2-1 á Shamrock Rovers á Kópavogsvøllinum, og harvið ein samlaðan 3-1 sigur. 

 

Jason Daði Svanþórsson legði Breiðablik á odda 1-0 tá 16 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá 12 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki økti Höskuldur Gunnlaugsson til 2-0. Shamrock Rovers megnaði bert at svara aftur við einum máli upp á brotsspark, og so kundi teir hjá Breiðablik stórfegnast um víðari luttøkuna í kappingini.

 

Í øðrum undanumfarinum í Champions League undankappingini møtir Breiðablik danska stórfelagnum, FC Keypmannahavn. Vónandi fær Klæmint aftur høvið at skjóta mál í Parkini. 

 

Breiðablik spælir fyrra dystin á heimavølli 25. juli og returdystin í Parkini 1. august.