Breiðablik er bert trý stig aftanfyri Víking Reykjavík

Liðið hjá Patriki Johannesen er væl við í oddastríðnum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Patrik Johannesen og Daniel Obbekjær eru liðfelagar í Breiðablik

Liðið hjá Patriki Johannesen spældi í kvøld grannadyst móti HK í Kórinn høllini í Kópavogi í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Patrik var ikki í hópinum í kvøld, men Daniel Obbekjær sum var 07 Vestur góður í fjør slapp á vøllin longu í 32. minutti fyri ein skaddan Viktor Margeirsson.

 

Ein kelda hjá in.fo, ið fylgir íslendskum fótbólti tætt heldur, at Patrik var helst spardur fyri torføra graslíkisundirlagið í Kórinn høllini, nú hann hevur verið uttanfyri við skaða í longri tíð undan hesum kappingarárinum. 

 

Breiðablik vann dystin 2-0 við málum Jason Daði Svanþórsson og Ísak Snær Þorvaldsson skutu.

 

Breiðablik er á øðrum plássinum við 22 stigum, bert trý stig aftanfyri oddaliðið, Víkingur Reykjavík sum er liðið hjá Gunnari Vatnhamar.

 

Støðan:

 

NrLið:DystirUJTMál+/-Stig
1Víkingur Reykjavík1081125:101525
2Breiðablik1071224:121222
3Valur953118:9918
4FH942316:16014
5ÍA941418:13513
6Fram934212:12013
7Stjarnan1041517:18-113
8KR832315:14111
9Vestri931511:20-910
10HK92168:17-97
11KA912613:23-105
12Fylkir911712:25-134

 

 

 

 

 

Patrik Johannesen og Daniel Obbekjær eru liðfelagar í Breiðablik