Tað sæst í ískoytispartinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans 2024.
Samstarvsráðið er virkið og møtist nú tvær ferðir um árið. Har luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin umframt onnur viðkomandi landsstýrisfólk og ráðharrar. Seinasti fundur var í Keypmannahavn í januar og næsti fundur verður í Danmark í august. Føroyar taka við formansskapinum 1. januar 2025.
Hóast samstarvið er gott, er neyðugt við broytingum í viðurskiftunum við Danmark, ikki minst á uttanríkispolitiska økinum, har breið politisk semja er um, at Føroyar mugu fáa størri heimildir. Støðan er vælkend og hevur verið óbroytt síðstu mongu árini.
Allir flokkar í Føroyum eru samdir um, at Føroyar eiga at fáa sjálvstøðugan limaskap í altjóða felagsskapum, so sum heimshandilsstovninum WTO og Norðurlandaráðnum, umframt at vit kunnu umboða okkum í egnum navni í fiskivinnufelagsskapum sum NAFO og NEAFC, men danskir myndugleikar siga, at løgfrøðiligu karmarnir ikki loyva hesum.
Løgmaður fer eftir ólavsøku at samla allar politisku flokkarnar til tess at kanna møguleika fyri breiðari politiskari semju um, hvussu komast kann víðari við at tryggja Føroyum neyðugu uttanríkispolitisku heimildirnar.