Við útvarpið hjá Kringvarpinum sigur Jacobsen Vestergaard, at talan ikki verður um nakra breiða semju um eina fiskivinnunýskipan. Hetta staðfestir hann, eftir at umboð fyri samgongu og andstøðu í gjár høvdu fund um málið.
Heilt slept eini nýskipan hevur landsstýrismaðurin tó ikki. Men hann staðfestir, at hetta nú er eitt samgongumál, og hann slær eisini fast, at hann ikki fer at leggja uppskot um hetta fram av sínum eintingum.
Tað er serliga í spurninginum um tilfeingisgjald, at andstøðan og samgongan hava ymisk sjónarmið. Eisini eru umboð í samgonguni, ið so ella so vilja hava landið at selja rættindini. Tí staðfestir Jacob Vestergaard, at tað nú er upp til samgonguna, um hon ætlar at gjøgnumføra ein politikk á hesum økinum ella ikki.










