Breið undirtøka til stórmál - ikki savningarstjórn

- Eg taki undir við, at vit royna at fáa breiða undirtøku til stórmál, men tað er ikki nakað gott hugskot at hava eina savningarstjórn, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður Kaj Leo Johannesen tekur harvið ikki undir við sínum partamanni, Magna Laksáfoss, sum heldur, at truplu búskaparligu tíðirnar í Føroyum leggja upp til eina savningarstjórn - møguliga við øllum politiskum flokkum.

- Vit hava seinastu dagarnar fingið breiða semju um fleiri stórmál, og tað fært tú, um tú gert eitt gott politiskt arbeiði. Vit leggja eisini upp til, at tað verða gjørdar fleiri breiðar politiskar semjur um stórmál, sum liggja fyri framman - eitt nú struktur- og vakstrarpakki skal leggjast fyri løgtingið, sigur Kaj Leo Johannesen við Rás2.

- Men har frá og til at hava eina savningarstjórn, haldi eg ikki er nakað gott hugskot. Eg skal kanska lata verða við at nevna dømi um lond, har tey hava savningarstjórnir - eitt nú Zimbabwe - og eg haldi heldur, at vit skulu halda brúka ta siðvenju, sum er í Norðurlondum, sigur løgmaður.

- Vit vilja gjarna hava andstøðuna við, og eitt nú í sambandi við veðurlagsbroytingarnar, havi eg sett ein politiskan fylgibólk við umboðum úr øllum flokkum, sigur Kaj Leo Johannesen.