-Tær breiðu herðarnar bera ikki longur tyngstu byrðarnar, tí skattaskipanin er gliðin frá at vera progressiv til at vera proportional, sigur formaðurin í Búskaparráðnum -Tær breiðu herðarnar bera ikki longur tyngstu byrðarnar. Tað sigur Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum, og vísir á, at skattaskipanin er spakuliga gliðin frá at vera progressiv til at vera proportional.
-Hetta hendir, uttan at støða er tikin til tað politiskt, sigur Jørn Astrup Hansen, við Kringvarpið. Hann saknar, at politikarar viðgera spurningin.
Føroyar hava upplivað góð ár, og bæði útreiðslur og inntøkur hjá landinum eru nógv hækkaðar síðstu árini. Men gongdin hevur samstundis havt við sær, at okkara skattaskipan spakuliga er skeiklað. Skattainntøkurnar eru hækkaðar 16 prosent hetta tíðarskeiðið, samstundis sum avgjøldini eru hækkað við 46 prosentum, sum er tríggjar ferðir so nógv.
-Hetta vísir týðiliga, at framgongdin í føroyska búskapinum byggir á eina lánsfíggjaða nýtslu. Tað kann bara ganga í eina tíð, at nýtslan hevur størri vøkstur enn inntøkurnar, sigur Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum, við útvarpið hjá Kringvarpinum.










