Breið semja um eina ósemju

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
------

Løgtingið viðgjørdi í farnu viku fíggjarkarmarnar fyri 2012. Orðaskiftið var merkiliga tamt, serliga tá hugsað verður um, at uppskotið, dagin fyri, hevði verið orsøk til samgonguslit. Flokkurin sum rýmdi úr samgonguni var als ikki í tingsalinum stóran part av tíðini, meðan uppskotið varð viðgjørt.

Orðaskiftið vísti, at breið semja er um, at hallið hjá landskassanum skal vendast til avlop skjótast gjørligt, men eisini er semja um, at vit noyðast at raðfesta nakrar vælferðartænastur, sum kosta pengar.

Og júst hetta er avbjóðingin í politikki. Hvussu rinda vit fyri tær neyðugu tænasturnar, uttan at leggja eyka fíggjarbyrðar á fólk og uttan at tølini á botnlinjuni vísa hall? Ber tað til?

Mugu finna inntøkur
Sjálvandi ber altíð til at vísa á onkrar almennar útreiðslur, sum eru óneyðugar. Tað hevur landsstýrið eisini tikið við í fíggjarkørmunum, og hevur skotið upp at gera sparingar. Men tað er ikki nóg mikið. Vit noyðast undir øllum umstøðum at finna fleiri inntøkur.

Hallið burtur í 2015
Landsstýrið hevur sett sær fyri, at hallið skal vera burtur í 2015. Men landsstýrið hevur eisini gjørt av at játta fleiri pengar til tey øki í samfelagnum, sum mett verður, at vit hava stóran tørv á. Millum hesi eru útreiðslur til heilivág, sjúkraviðgerðir, tyrlutilbúgving o.s.fr. Eg havi enn ikki hoyrt nakran boðað alment frá, at vit ikki eiga at brúka pengar til hesi øki.

Tingmálini økja um hallið
Tað liggja fleiri uppskot í tinginum í løtuni, sum hava til endamáls at bøta um vælferðartænasturnar við øktum játtanum. Tað liggur eisini eitt uppskot í tinginum um loysing, har skotið verður upp at lækka inntøkurnar við eini lítlari milliard. Men tað liggur einki uppskot í tinginum, sum hevur til endamáls at hækka inntøkurnar í sama mun. So um vit skulu hyggja eftir uppskotunum sum liggja í tinginum, so geva tey eina greiða mynd av einum samfelag, sum vil hava tænastur, men sum ikki vil gjalda fyri tær.