Breiðka og dýpa Panamaveitina

Tá arbeiðið er liðugt, kunnu nógv størri skip sigla ígjøgnum veitina

Ikki minni enn 40.000 fólk vóru komin at hyggja í gjár, tá forsetin í Panama, Martin Torrijos, trýsti á knøttin til tað fyrsta skotið í arbeiðinum at breiðka Panamaveitina. Millum tey longu hjástøddu var fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter, tí tað var í hansara forsetatíð, at amerikanararnir lótu Panama yvirtaka veitina.

 

Arbeiðið at breiðka ta 80 kilometrar longu Panamaveitina er mett at kosta einar 30 mia. krónur, og tað fer at taka eini átta ár.