Breiðband vantar Norðuri í Sundum

Eiler Fagraklett, Kollafjørður.

Læs í bløðinum herfyri, at tað hevði verið tíðindafundur um, at øll Tórshavnar kommuna hevur fingið breiðband. Men so er als IKKI. Norðuri í Sundinum í Kollafirið hava vit enn einki breiðband fingið, og tað er stakk keðiligt hjá nógvum á staðnum, sum vilja hava ordiligt samband við útheimin. Vónandi verður hesin trupulleiki loystur skjótt!!