Breckmann má taka orðini aftur

John Johannessen

Sum samgongufelagi við Óla Breckmann og Fólkaflokkin kenni eg meg noyddan til harðliga at taka frástøðu frá útsagnunum hjá stavnamanni Fólkafloksins til danska blaðið Politikken. Her rør Óli Breckmann millum annað undir, at helmingurin av tingmanning Javnaðarfloksins og onnur, ið virka fyri mannarættindum, eru av sama slag sum tey, ið ruddaðu slóð fyri nasismuni og kommunismuni
Eftir greinina í Politiken hevði Óli Breckmann staðið seg best við at komið við einari almennari umbering. Somuleiðis hevði tað sømt seg Fólkaflokkinum alment at tikið frástøðu frá ómetaliga tvitnu útsagnunum hjá Óla Breckmann.
Tað er í útgávuni av Politiken frá 21. november, at Óli Breckmann skírir sínar landsmenn og onnur at vera "skrupskøre", at vera av sama slag sum tey, ið ruddaðu slóð fyri nasismuni og kommunismuni. Hetta er eftir øllum at døma hansara ískoyti til kjakið um at verja samkynd ímóti niðurgerð í grein 266b í revsilógini.
Og Óli Breckmann ger púra greitt, at hann ikki vil verja tey samkyndu. Tí í greinini samanber hann tey beinleiðis við barnamisnýtarar og tjóvar.
Umframt alt hetta ger Óli Breckmann greitt, hvat hann heldur mannarættindi sum heild og samgonguavtaluna viðvíkjandi umhvørvispolitikki:
»Ideologiske aktivister. Den nyere historie har masser af eksempler. Den mærkelige fredsbevægelse i Sydafrika. Og senere den politiske sekt, som kalder sig miljøaktivister. De er fuldstændig skrupskøre - alt det her med hul i luften, og nu smelter isen, og nu stiger vandene, og nu slipper olien op, og nu ryger alle råvarepriserne gennem loftet. Og nu er det altså blevet de homofile, som vi skal bankes om ørene med som det seneste sekteriske påfund. Alt det gør mig lidt skeptisk«.