Breckmann er til reiðar

Stavnamaðurin Óli Breckmann plagdi at hølva friðarrørsluna av í gamla Dagblaðnum. Í sendingini Hvonn Live á Rás2 í kvøld fer at hann at kjakast við Frændur um friðartónleik Lagt er upp til heitt kjak í sendingini Hvonn Live á Rás2 í kvøld.

Politikarin Óli Breckmann, sum var blaðstjóri á Dagblaðnum, plagdi at finnast harðliga at friðarrørsluni her á landi. Í kvøld verður gamla kjakið tikið uppaftur, tí Óli Breckmann fer at kjakast við Frændur um protesttónleik og friðargongur.

Og Óli Breckmann sigur seg verða til reiðar at siga júst tað, sum hann hevur upp á hjartað.

Tað ber til at fylgja kjakinum í Hvonn Live, sum verður send á Rás2 frá kl. 19 til 22 í kvøld. Og fólk eru eisini vælkomin á Hvonn at fylgja sendingini har.