Breaking the Waves á tjóðpallinum

24. mars frumsýnir Tjóðpallur Føroya leikin »Breaking the Waves« eftir kenda filminum av sama navni hjá Lars von Trier.

Tað er danski leikhøvundurin, Vivian Nielsen, ið hevur skrivað leikin burtur úr filmsleikritinum, og tað er íslendingurin, Guðjón Pedersen, ið leikstjórnar. Hann hevur áður leikstjórnað Aftan á Undrið, eftir Jóanes Nielsen í 2009, og Kirsjuberjagarðin eftir Anton Tjekhov í 2010.

Tað er Laura Joensen, ið hevur týtt leikin úr donskum, og høvuðsleiklutirnar hava Hjálmar Dam sum Jan Nyman, og Beinta Clothier sum Bess McNeill. Umframt tey bæði eru heilir 11 aðrir leikarar við í leikinum.

Tað er sum nevnt Beinta Clothier, ið hevur leiklutin sum Bess McNeill, og hon er ógvuliga spent at sleppa at framføra leikin fyri áskoðarum.

- Leikluturin sum Bess er helst tann mest spennandi kvinnuleikluturin í nýggjari tíð. Har eru so nógvar kenslur, og tað flytir frá gleði til sorg og hinvegin upp á sekundir, sigur Beinta Clothier.

Tey hava vant í einar seks vikur, og tá frumframførslan verður leygarkvøldið klokkan 19.00, er tey til reiðar.

- Vit gleða okkum ógvuliga nógv til at sleppa at sýna hendan leikin fram, sigur Beinta Clothier.