Barbara Brauer, sum var toppskjútti í føroysku hondbóltskappingini, spælir eisini við Neistanum næsta kappingarár. Tað skrivar heimasíðan hjá Neistanum. Barbara Brauer munaði sera væl hjá bláa høvuðsstaðarfelagnum, og hon átti virknan leiklut í føroyameistaraheitinum. Serbin var drúgvur málskjútti og drúgv í verjuspælinum.










