Brasilskur og italskur dámur í B71

Romulo Bosqueiro hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við B71

Mynd: (B71) Karl Vitdfeldt, formaður, og Romulo Bosqueiro

B71 boðar frá, at brasilski italski Romulo Bosqueiro heldur fram sum bæði spælari og venjari í B71, sum aftur komandi ár spælir í næstbestu deildini.

 

- Hann kom til landið fyrst í árinum og hevur verið ein sannur fongur hjá sandoyingum. Sjáldsama blíður og professionellur, umframt at vísa sera góðar taktir á vøllinum. Afturat fótbóltsspælið, so hevur hann eisini havt venjing undir hond við yngru leikarunum, ið bara hava gott at bera honum, skrivar B71.

 

B71 skrivar:

 

Týdningarmikil styrkur

 

Felagið hevur júst havt síðsta dyst og endaveitslu, men arbeiðið at fyrireika komandi kappingarár hevur verið í gongd í longri tíð.

 

Hjá teimum allarflestu, ið fáast við fótbólt, so er tað ein lætti at koma út í november mánaða, tí tað merkir at nú fer fótbólturin í lægri tempo. Soleiðis er tó ikki hjá øllum og arbeiðið, at tryggja okkum baklandið hevur verið ávegis nú í vikuvís.

 

Fyrst og fremst er tað okkara egna fólk, ið skal koma undir land og teir ungu og evnaríku skriva eisini undir sáttmálar í løtuni. Afturat teimum, so hava vit nakrar útlendskar leikarar, ið eru á veg av landinum, har støða skal takast til, hvørt teir venda aftur ella ei.

 

Ein av hesum, brasiliensk/italski, Romulo Bosqueiro, kom til landið fyrst í árinum og hevur verið ein sannur fongur hjá sandoyingum. Sjáldsama blíður og professionellur, umframt at vísa sera góðar taktir á vøllinum. Afturat fótbóltsspælið, so hevur hann eisini havt venjing undir hond við yngru leikarunum, ið bara hava gott at bera honum.

 

Tað er tí gleðiligt hjá okkum at kunngera longu nú, at Rom verður B71 leikari og venjari aftur komandi ár.

 

Fyri løtu síðani skrivaðu vit undir avtaluna og síðani gekk leiðin umborð á Teistan fyri seinastu ferð og av landinum. Um nýggjársleitið, tá Rom kemur heimaftur, so verður tað gjøgnum tunnil aftur í oynna at byrja nýggja árið.

 

Mynd: (B71) Karl Vitdfeldt, formaður, og Romulo Bosqueiro