Brasilski landsliðsvenjarin steðgar

Luiz Felipe Scolari, ið var venjari hjá Brasil til HM endaspælið í Brasil, hevur nú sagt venjarastarvið upp.

Vónirnar vóru stórar í Brasil, áðrenn HM endaspælið fór av bakkastokki fyri góðum mánaða síðani. Tí var tað skuffandi fyri tað brasilska fólkið, at Brasil endaði á fjórða plássil til HM endaspælið.

 

Eftir 7-1 tapið móti Týsklandi í seinastu viku, hevur eisini stórur kritikkur verið av brasilska venjaranum, Luiz Felipe Scolari.

 

Og nú er Luiz Felipe Scolari fortíð sum landsliðsvenjari hjá Brasil. Tað váttar forsetin í brasilska fótbóltssambandinum, Jose Maria Marin.

 

-          Vit hava nógva virðing og hava nógv at takka Scolari og hansara venjaratoymið fyri. Tað vóru teir, ið fingu tað brasilska fólkið at elska tað brasilska fótbóltslandsliðið aftur, hóast teir ikki megnaðu at vinna HM á hesum sinni.

 

Luiz Felipe Scolari náddi á hesum sinni at vera landsliðsvenjari hjá Brasil í eitt og eitt hálvt ár. Hann var eisini venjari hjá Brasil í 2002, tá Brasil gjørdist heimsmeistari.