Í Brasil hava myndugleikarnir gjørt av, at allir býir, sum hava meiri enn 100.000 íbúgvar, skulu hava flogvøll, og tað ber í sær, at landið skal hava 800 nýggjar flogvøllir.
Dilma Rousseff, forseti, sigur, at Brasil er sum ein heilur heimspartur til støddar, og tá jarnbreytirnar eru so fáar, sum tær eru, hava fólk ikki annað í at velja enn at flúgva. Harafturat hevur búskaparframburðurin tey seinastu árini gjørt, at fólk eru farin at flúgva meiri enn fyrr.
-Vit hava tí gjørt av, at allir býir, sum hava meiri enn 100.000 fólk, skulu hava ein flogvøll minni enn 60 kilometrar frá býnum, sigur forsetin.
Brasil er á leið 17 ferðir størri enn Spania, og har búgva 194 milliónir fólk.