Danska fótbóltslandsliðið fekk eina vánaliga byrjan, nú liðið fyrireikar seg til EM-endaspælið í Ukraina og Póllandi, tá liðið seinnapartin møtti Brasil í Hamburg. Longu í 9. minutti kom Brasil á odda 1-0 við málið hjá Hulk, og bara fimm minuttir seinni Niki Zimling setti bóltin í egið mál til 2-0. Beint fyri heálvleik var Hulk aftur upp á spæl og økti til 3-0.
Í seinna hálvleiki vóru danir heldur betri við, og teir fingu eisini tað einasta málið, sum kom eftir steðgin. Málskjútti var Nicklas Bendtner.
Danskir fjølmiðlar eru á einum máli um, at hóast tað brasilska liðið ikki var tað sterkasta, sum landið kann manna, høvdu teir ongar trupulleikar við at vinna á Danmark.
Næsti og seinasti venjingardysturin hjá dønum verður í Parkini í Keypmannahavn 2. juni ímóti Avstralia.