Ein nevnd í brasilska senatinum hevur viðgjørt spurningin og mælir í sínum áliti til, at forsetin í landinum, Dilma Rousseff, skal fyri ein ríkisrætt.
Enn er tó eingin endalig avgerð tikin um hetta, tí hana eigur tjóðartingið, sum í næstu viku skal atkvøða um málið. Men alt bendir á, at niðurstøðan har verður tann sama, at forsetin skal fyri ein ríkisrætt.
Ákærur eru settar fram ímóti Dilma Rousseff um, at hon í sínum fyrra forsetavalskeiðið royndi at káva út yvir hallið á landsins fíggjarlóg við at taka lán í bankum, sum brasilski staturin átti.
Dilma Rousseff bleiv fyrsti kvinnuligi forseti í Brasil, tá hon vann forsetavalið í oktober 2010. Á forsetavalinum fýra ár seinni, í oktober 2014, bleiv hon afturvald við einum sera teprum sigri á mótvalevninum, Aécio Neves, í øðrum valumfari.