Brasil er heimsmeistari

Danmark vann í dag fyrstu heiðursmerkini í endaspæli í kvinnuhondbólti síðani 2004

 

Heima í Brasil verður ikki gjørt so ógvuliga nógv burturúr tí, at kvinnuliðið í hondbólti í dag tryggjaði sær gull í HM kappingini. Finalusigurin á 22-20 varð vunnin á Serbia, sum var á heimavølli í Beograd, og sum tískil hevði ógvuliga stóran stuðul millum áskoðararnar.

 

Hóast tað ikki vekir so stóran ans í heimlandinum, at Brasil vann HM í kvinnuhondbólti, so hevur hetta vakt stóran ans í traditionella hondbóltsheiminum, og tað vil fyrst og fremst siga í Europa. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Brasil hevur vunnið HM, og sigurin var sannførandi. Brasli vann allar níggju dystirnar í kappingini. Í fjórðingsfinaluni ímóti Ungarn var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at Brasil skuldi halda fram í hálvfinaluni.

 

Merkisvert er tað, at tað er ein dani, sum er venjari hjá Brasil. Hann eitur Morten Soubak. Hvørki hann ella nakar annar hevði undan kappingarbyrjan ímyndað sær, at tað skuldi eydnast tjóðini, sum gongur so ógvuliga høgt upp í fótbólt, og nú telur niður til HM kappingina á heimavølli næsta summar, at vinna gull í hondbóltsfinaluni fyri kvinnur.

 

Hóast tað var vónbrot fyri Serbia ikki at vinna finaluna á heimavølli, so var tað ikki vónbrot, at tað eydnaðist liðnum at røkka so langt í kappingini.

 

Danmark vann uppgerðina um bronsukrónurnar ímóti Póllandi 30-26. At Pólland skuldi røkka so langt í kappingini, høvdu hvørki tey í Póllandi ella nakar annar roknað við.

Danmark hevur tapt fýra hálvfinalur á rað í HM og eina EM hálvfinalu og allar dystirnar um bronsukrónurnar – inntil í dag.

Hetta vóru fyrstu heiðursmerkini í altjóða endaspæli hjá donskum kvinnuhondbólti síðani 2004, tá ið tað eydnaðist at vinna silvur í EM í Ungarn, og fyrsta heiðursmerki í HM kappingini í 16 ár.

Danski Kim Rasmussen er venjari hjá Póllandi, sum var frammanfyri 15-12 eftir 1. hálvleik, og Pólland var eisini frammanfyri 24-21. Hóast nógvar av donsku spælarunum ikki hava serligar royndir í endaspælum av hesum slagnum, so vístu tær seg at halda høvdið kaldari enn pólsku spælararnir, sum púra óvæntað høvdu megnað at spæla seg í hálvfinaluna.

Meðan Brasil, Serbia, Danmark og Pólland stóðu seg betri, enn tað varð roknað við, so var henda kappingin vónbrot hjá eitt nú Noregi, Fraklandi og Spania.