Konsertferð
Braquet fer í næstum á konsertferð í USA, higartil eru 15 konsertir á skránni, sigur gittarleikarin í bólkinum Arni Zachariassen. Men hetta kann gerast enn fleiri. Fyrsta konsertin er beint uttanfyri Chicago á Cornerstone Festival, ið er ein tann størsti kristni festivalurin í heiminum, við fleiri enn 25.000 vitjandi
Síðan ferð bólkurin við bussi runt í USA í ein mánaða ella so. Um alt gongur eftir ætlan, fara vit at spæla hvønn dag á konsertferðini og fara bara at hava ein dag frí. sigur Arni Zachariassen í einum innleggi á heimasíðuni kjak.fo
Bólkurin arbeiður eisini við ætlanum at spæla í øðrum londum. Ætlanin er somuleiðis at fara í upptøkuhøli aftan á ferðina, men enn er ikki tikin endalig avgerð um hetta.
Á Cornerstone Festivalinum er Braquet við í eini kapping, sum eitur New Band Showcase. Um bólkurin vinnur, sleppur hann at spæla á høvðuspallinum, framman fyri 15.000 fólkum og ivaleyst nógvum plátufeløgum.
Kappingin verður avgjørd við atkvøðum á alnetsíðuni hjá festivalinum. Tú kanst melda teg til á síðuni, og síðan atkvøða. Heimasíðan eitur www.cornerstonefestival.com. 24 bólkar kappast um møguleikan fyri at spæla á stóra pallinum. Atkvøðast kann inntil 28. mei.