Braquet spældu seg heitar

Eftir eina heldur stirvna byrjan kom gongd í rokkmaskinuna, sum at enda koyrdi sum smurt

Ummæli


Í fjør hevði Braquet eina frálíka framførslu á Fjarðafestivalinum, sum av fleiri varð skírd at vera teirra besta nakrantíð. Vælupplagdir og júst afturkomnir av eini langari konsertferð í USA, spældu teir fyri lívinum og sparkaðu dyntil. Tað er eitt ár síðani, og konsertin leygardagin var teirra fyrsta síðani tá. Og tað hoyrdist tíverri aftur.


Tekniskar misskiljingar

Allir eru teir dugnaligir tónleikarar og duga síni ting. Í fleiri ár hava teir staðið á odda innan kristnan tónleik í Føroyum við sínum orkumikla rokki. Men leygardagin riggaði ikki heilt.

Sangarin, Andrias Højgaard, hoyrdi ikki seg sjálvan á pallinum og tí var tað oftani, at hann ikki rakti tónarnar. Andrias gjørdi vart við hetta á pallinum, men eftir øllum at døma fekk hann ikki meiri av sær sjálvum í monitorin.

Sangarin í einum bólki hevur ein so stóran og framstandandi leiklut í ljóðmyndini, at tað órógvar alla lurtaranjótingina, um hetta ikki er í lagið.


Ímóti endanum fór onkur niðan til ljóðmennirnar á pallinum og gjørdi vart við trupulleikan, og beinanvegin hoyrdist munur á. Andrias rakti hvønn tóna eftir tað. Spell, at hetta ikki var gjørt fyrr í framførsluni.


Gongd í at enda

Um tað var tí, at sangurin varð ognaður undirritaða ella ikki, so skein síðsta lagið ‘Lost in America’ burturúr, og fyri fyrstu ferð alt kvøldið kendi tú teir aftur frá í fjør. Teir spældu sum ein vælsmurd maskina. Arni flippaði út, sum hann eigur, og Johan gekk amokk á trummunum.

Allarhelst merktu teir eisini hetta sjálvir, tí tá lagið var liðugt, spurdi Arni, um vit ikki vildu hava meir. Tað vildu áhoyrararnir, og teir koyrdu víðari har teir sleptu. Reint og gott sang Andrias um at vera vilstur í ‘Guds egna landi’.