Braquet nærkast stóra pallinum

Í løtuni liggur Braquet nummar fýra í kappingini um at spæla á høvðuspallinum á Cornerstone Festivalinum beint uttanfyri Chicago, framman fyri 15.000 fólkum og ivaleyst nógvum plátufeløgum.
Í sambandi við konsertferð sína í USA, luttekur Braquet í eini kapping á Cornerstone Festivalinum, sum eitur New Band Showcase.

Kappingin verður avgjørd við atkvøðum á alnetsíðuni hjá festivalinum. Sum vanligt eru føroyingar trúgvir at stuðla sínum, og ao nógv hava longu atkvøtt fyri Braquet, at bólkurin í løtuni hevur 4. flestar atkvøður.
Vilt  tú atkvøða kanst tú melda teg til á síðuni, og síðan atkvøða. Heimasíðan eitur www.cornerstonefestival.com. 24 bólkar kappast um møguleikan fyri at spæla á stóra pallinum. Atkvøðast kann inntil 28. mei.