Eftir eina heldur stirvna byrjan ristu Braquet rustin av sær og skinu Hóast útipallurin eisini eftir ætlan skuldi nýtast í gjár, loyvdi veðrið ikki hesum og spældu tí allir bólkarnir innandura. Men veðrið er batnað í dag, og tí spældu Braquet, sum teir fyrstu, á útipallinum klokkan 16.45.
Í fjør hevði Braquet eina frálíka framførslu, sum av fleiri varð skírd at vera teirra besta nakrantíð. Vælupplagdir og júst afturkomnir av eini langari konsertferð í USA, spældu teir fyri lívinum og sparkaðu dyntil. Tað er eitt ár síðani, og konsertin í dag var teirra fyrsta síðani tá. Og tað hoyrdist tíverri aftur.
Allir eru teir dugnaligir tónleikarar og duga síni ting. Men í dag riggaði ikki heilt.
Sangarin, Andrias Højgaard, hoyrdi ikki seg sjálvan á pallinum og tí var tað oftani, at hann ikki rakti tónarnar. Og sum øllum kunnugt órógvar hetta alla lurtaranjótingina. Ímóti endanum fór onkur niðan til ljóðmennirnar á pallinum og gjørdi vart við trupuleikan, og beinanvegin hoyrdist munur á. Andrias rakti hvønn tóna eftir tað. Spell, at hetta ikki var gjørt beinanvegin. Samstundis var ljóðið úteftir vánaligt og alt ov spakuligt.
Sum framførslan leið, gjørdist ljóðið frægari, og tá ið Braquet spældu síðsta lagið ?Lost in America?, kendi tú teir aftur frá í fjør og teir spældu sum ein vælsmurd maskina. Arni flippaði út, sum hann eigur, og Johan gekk amokk á trummunum. So var Braquet aftur. Eitt sindur ov seint, men feitt.









